Tað stundar til Fólkatingsval. Tað eru nú 22 tímar til valhølini lata upp. Spenningur er um tann eina sessin í Føroyum, ímeðan onki er avgjørt í Danmark.
Tað stundar til Fólkatingsval. Tað eru nú 22 tímar til valhølini lata upp. Spenningur er um tann eina sessin í Føroyum, ímeðan onki er avgjørt í Danmark.
Á heimasíðuni telur teljarin og hann sigur okkum, at 22 tímar eru til Fólkatingsvalið 2015 byrjar.
Í Danmark hava veljarakanningarnar verið sera tættar. Í løtuni stendur blái blokkurin til at vinna við 50,7 prosentum, ímeðan reyði blokkurin fær 49,3 prosent av atkvøðunum. Hetta gevur bláa 89 sessir og reyða 86 sessir. – Men tá eru teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi ikki taldir við.
Tað væntast, at grønlendingar koma við tveimum, sum stuðla reyða blokkinum. Í Føroyum væntað vit ein av hvørjum. Sambandsflokkurin, sum stuðlar bláa blokkinum, stendur til at vinna annan sessin.
Hinvegin er enn ivasamt, hvør stingur avstað við hinum fólkatingssessinum. Í løtuni stendur Javnaðarflokkurin at fáa tann seinna sessin. Men Tjóðveldi hevur gingið nógv fram og tað skal ikki nógv til, áðrenn Tjóðveldi kanska knógvar Javnaðarflokkinum.
Avgerandi meiriluti úr Føroyum?
Vit kunnu vera nokkso vís í trimum umboðum úr Føroyum og Grønlandi. Tvey grønlendsk, ið stuðla tí reyða blokkinum og eitt føroyskt umboð, sum stuðlar tí bláa. Tað gevur 90 til tann bláa og 88 til tann reyða blokkin.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum standa til at fáa hitt flogatgongumerki niður á Christiansborg, stuðla eftir øllum at døma reyða blokkinum. Tað gevur støðuna 90-89 til bláa blokkin.
Heilt við byrjan av hesum fólkatingsvalstríðnum spáddu politiskir viðmerkjarar Danmark, at munurin ímillum bláa og reyða fór at vera sera lítil. Í hesum sambandi varð sagt, at neyðugt var at broyta hugsan um teir 175 fólkatingssessirnar, men heldur hyggja útnorði og telja upp í 179, tí tað kundi henda seg, at sessirnir í útnorði kundi koma at avgera lagnuna hjá annaðhvørt Løkke ella Thorning. – Tað kann enn vera, at eitt føroyskt fólkatingsumboð verður avgerandi meirilutin.
Valið byrjar um 22 tímar. Livst so spyrst!




