Í toppinum verður neyvan nógv broytt hetta umfarið, men fleiri spennandi dystir eru fyri liðini, sum kappast um seinasta Europa League plássið.
Í toppinum verður neyvan nógv broytt hetta umfarið, men fleiri spennandi dystir eru fyri liðini, sum kappast um seinasta Europa League plássið.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir soleiðis um dystirnar í komandi umfarinum:
HB-Skála
Keðiligasti dysturin hetta umfarið, tí Skála hevur einki at spæla fyri og manglar nógv fólk. harafturat er munurin á liðunum alt ov stórur til at hetta skal blíva ein spennandi dystir. HB vinnur stórt. Tipping: 1
ÍF-AB
Fyribils er hetta dysturin um 7. plássið. ÍF hevur í seinnu hálvu bara vunnið móti Skála í tveimum umførum og tað tykist sum um liðið hjá fuglfirðingum er eitt sindur í upploysn og bara gleðir seg til kappingin er av. AB hevur 6 stig av 6 møguligum móti ÍF. AB hevur ikki vunnið síðani liðið vann móti ÍF fyri 5 umførum síðani. Men støðan var líknandi, tá AB seinast vitjaði í Fuglafirði. Eg havi eina kenslu av, at AB leggur meira fyri, hóast tað bara er eitt 7.pláss, sum liðið spælir fyri í løtuni. Tipping: 2
EB/Streymur-Víkingur
EB/Streymur hevur seinastu trý umførini spælt móti teimum trimum niðastu liðunum. Tað hevur givið 7 stig, men nú kemur endaspurturin móti sterkari mótstøðu. EB/Streymur er favorittur at taka 4. plássið, men tað skal ikki nógv til, áðrenn NSÍ og/ella KÍ er beint í hølunum. Víkingur sær ikki út til at dala eftir steypafinaluna í ár og tað koyrir bara hjá steypavinnarunum í løtuni. Víkingur hevur bara tapt einaferð síðani 2. umfar. Samstundis hevur Víkingur innanhýsis sera gott tak á EB/Streymi. Hetta er ein dystur, har Víkingur er lítil favorittur, men sum lættliga kann fara báðar vegir, um motivatiónin hjá útiliðnum ikki er í topp. Tipping: 2
NSÍ-B36
NSÍ uttan Árna Frederiksberg og B36 uttan Hørð Askham. Hvar fer tað at merkjast betri? Trupult at siga, tí báðir eru profilar hjá sínum liðum. Tað sum ein kann hefta seg við er, at NSÍ ikki hevur fingið nakað stig móti topp 3 liðunum í ár. Og móti Víkingi sást, at hesi hagtølini kanska eru farin at seta seg uppí høvdið á leikarunum, tí trúgvin og sjálvsálitið manglaði á liðnum. B36 hevur gummibein, tí liðið hevur 0 stig og 0 mál seinastu tvey umførini. Skal HB ikki koma enn tættari, so er kravið ein sigur til B36 her. Tipping: 2
B68-KÍ
B68 er uttan leikbannaðu Jóhan Dávur Højgaard og Kristian Anton Andreasen, meðan KÍ hevur fullan hóp tøkan. KÍ eltir ársins fyrsta sigur móti B68. Fyrst tapti liðið 5-3 á Svangaskarði, har heimaliðið púra óvæntað vant burturúr KÍ og síðani helt B68 KÍ frá at skora á Summar Festivalinum, tá tað endaði málleyst. B68 vann seinast, og tað gav kanska eina vón um at skapa spenning í botnstríðið aftur. Men KÍ liðið hevur góð úrslit seinastu tíðina. Tað sum er mest spennandi er, hvussu KÍ megnar umskiftið frá at vera undirtippað og kunna spæla uppá snarálop og til at vera favorittur og skapa dystir. Tað kann lættliga henda, at KÍ aftur fær tað trupult á Svangaskarði, men bæði liðini kunnu ikki brúka annað enn 3 stig. KÍ tykist sum eitt sterkari lið í løtuni, har serliga verjuparturin hevur verið framúr. Tipping: 2




