Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

23 verkætlanir fáa útoyggjastuðul

Tíðindaskriv

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió kr.

 

Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 kr. upp í 300.000 kr.

Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.