Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

24 nýggjar íbúðir í Runavík

Oliver Joensen

Runavíkar kommuna hevur ídag undirskrivað sáttmála um keyp av lendi til bygging av 24 íbúðúm eystanfyri Røktar- og Ellisheimið.

 
Sp/f  VIST og Runavíkar kommuna hava í dag undirskriva sáttmála um keyp av lendi til bygging av 24 íbúðum eystanfyri Røktar- og Ellisheimið í Runavík.
 
Sp/f  VIST er eitt samtak við P/f  Falkon á Saltnesi, Sp/f Haldur Vang, Toftir og Sp/f Fuglø Arkitektum í Klaksvík.
 
Tað hevur leingi víst seg at verða tørvur á íbúðum í Runavík, bæði hjá ungum, eldri og familjum og er hetta ein spennandi loysn sum gevur møguleika fyri nógvum íbúðum á lutfalsliga lítlum øki.
Hetta er fyrsta royndin av sínum slag við íbúðum í Runavíkar kommuna og er kommunan sinnað at fara víðari við hesum byggihátti um tað vísir seg at verða áhugi fyri tí.
 
Íbúðirnar verða gjørdar í trimum ymiskum støddum:
Typa A sum er 49 mTypa B sum er 72 mTypa C sum er 110 m 
Íbúðirnar eru lyklaklárar og prísurin er ávikavist 750.000., 950.000. og 1.220.000 kr. og eru allar íbúðirnar longu umbidnar.
 
Jørðarbeiðið byrjar seinast í apríl mánaða og verða tær fyrstu íbúðirnar  klárar at flyta inn í í august 2007.
 Kunning og myndir av verkætlanina kunnu síggjast á heimastíðuni hjá Sp/f VIST: www.vist.fo