Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

24. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Ein dystur er leygardagin, meðan hinir dystirnir eru sunnudagin, tá 24. umfar verður leikt um vikuskiftið.

Í tunnilsblaðnum hjá Norðlýsinum stendur annars, at dystirnir framyvir vera leiktir leygardag, men hetta er ikki rætt, hóast hetta var ætlanin av fyrstan tíð. Tað er bara KÍ-EB/Streymur, sum spæla leygardagin eins og AB-KÍ er einasti leygardags dysturin í 25. umfarinum. Næst seinasta umfar er sunnudag, meðan seinasta umfar eins og vanligt verður leikt leygardag.

NSÍ-B36

Ein sera avgerandi dystur í kappingini um Europa League pláss. Hetta eru tvey lið, sum í longri tíð hava havt eina gongd við góðum og støðugum úrslitum. NSÍ er á heimavølli, har úrslitini eru góð. Hjá B36 kemur tað illa við, at Lukasz Cieslewicz hevur leikbann. Tí kann roknast við, at B36 í útgangsstøðinum fara at vera nøgdir við ein javnleik. Og sum vit onkuntíð hava sæð teir fyrr á útivølli, so kanska teir fara at draga ferðina úr dystinum og halda 0-0 støðuna sum longst fyri síðani at vera effektivir, tá møguleikarnir koma. Og teir koma hvønn dyst. Tað kann eisini hugsast, at dysturin verður javnur og 0-0 fer at standa leingi. Men vit tippa, at NSÍ fær hála sigurin heim. Tipping: 1

HB-07Vestur

Ovasta liðið móti niðasta liðinum sigur nokk um, at hesin dysturin neyvan verður spennandi. HB má vinna dystin fyri at halda ÍF burtur frá sínari FM vón, meðan 07Vestur er farið í 1.deild og einki hevur at spæla fyri. Fyrr í ár endaði hesin dysturin 0-0 og tað er kanska mest óvæntaða einstaka úrslitið í Effodeildini í ár. Tað hendur ikki aftur og tað kann skjótt henda, at HB, sum skal vaska tapið á Argjum av sær, vinnur stórt. Tipping: 1

Víkingur-ÍF

5 leikarar – Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jan Ellingsgaard, Ari Ellingsgaard og Høgni Zachariassen – sita uttanfyri við leikbanni. Jákup Mikkelsen spælir neyvan aftur í ár, so serliga ÍF verður nógv skert til dystin. Víkingur hevur havt eina syndarliga gongd síðani steypafinaluna, meðan ÍF nú aftur liggur nær HB. ÍF tapti móti EB/Streymi, tá frástøðan eisini var 5 stig og í fjør mistu teir eisini, tá trýstið lá á teimum. Tí er ikki óhugsandi, at skerda ÍF liðið fær trupult við at fáa tey 3 stigini, sum koma at geva rættuligan oddadyst í Fuglafirði næsta vikuskiftið. Tá ÍF fer á vøllin hesaferð, so vita teir, at tað helst eru 8 stig upp til HB, sum spælir tveir tímar áðrenn. Hjá Víkingi finst neyvan nakar betri tanki í verandi støðu enn at senda grannarnar endaliga út av FM stríðnum. Tipping: 1

TB-AB

Tá hesin dysturin byrjar, kennir TB úrslitið av dystinum í Klaksvík dagin fyri hjá KÍ. Fær KÍ stig tann dystin, so er hetta avgjørt seinasta útkall hjá TB. Tapir KÍ, so er hetta samstundis møguleikin hjá TB at sleppa uppum niðurflytingarstrikuna. So her stendur undir øllum umstøðum sera nógv uppá spæl hjá TB. Teir fáa væntandi eisini ein lættari dyst enn leingi hildið. Tí AB hevur ikki eins nógv at spæla fyri longur, tí teir í veruleikanum eru tryggjaðir í deildini. Argjamenn koma frá einum strævnum dysti móti HB, ið kravdi nógvar kreftir. Tað kann hugsast, at TB fer at leggja størri orku í hendan dystin og við helst størstu áskoðarafjøldini hetta kappingarári í rygginum, so vænta vit, at TB fer avstað við sigrinum. Tipping: 1

KÍ-EB/Streymur

KÍ er uttan Álvur Christiansen og Jóhan Jacobsen, meðan Pætur Dam Jacobsen ikki er tøkur hjá EB/Streymi. Teir sita allir uttanfyri við leikbannum. Arnbjørn Hansen er ikki við vegna skaða, meðan Gert Hansen er ivasamur. Hann sat á beinkinum seinast, men nú Pætur hevur leikbann, so kann væntast, at hann verður brúktur. Hjá KÍ eru Sørmundur Kalsø og Ísak Simonsen ivasamir vegna skaðar. Sostatt skal breiddin standa sína roynd hjá liðunum báðum. KÍ kemur frá tveimum brúkiligum avrikum – tó uttan stig – í tveimum truplum útidystum móti NSÍ og B36, har serliga B36 dysturin skuldi givið úrtøku. Men tað tykist sum alt gongur ímóti hjá KÍ og hesaferð møta klaksvíkingar liðinum, sum hevur best tak á KÍ yvirhøvur seinastu 10 árini. EB/Streymur hevur ikki tapt í Klaksvík í 10 ár. Liðini hava tvær ferðir spælt javnleik í Klaksvík í ár, men tá var KÍ munandi betri koyrandi enn nú. Tað liggur millum ein javnleik og ein sigur til útiliðið. EB/Streymur, sum má vinna fyri at halda sær á Europa League plássi, tapti 4-0 seinast, og teir koma ofta sterkt aftur næsta dyst eftir eitt greitt tap. Tipping: 2