Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25 ár í tænastu fólksins: Dreymurin er ein havgranskingarstovnur

John William Joensen

Vit hava mangan funnist harðliga at honum og onkuntíð hava vit elska at hata hann í samband við politiska støðutakan og serliga fyri hansara leiklut at gera Føroyar til eitt valdømi, sum Edmund Joensen fult og fast trýr skuldi og skal gera løgtingið til eitt landspolitiskt forum.

Vit hava mangan funnist harðliga at honum og onkuntíð hava vit elska at hata hann í samband við politiska støðutakan og serliga fyri hansara leiklut at gera Føroyar til eitt valdømi, sum Edmund Joensen fult og fast trýr skuldi og skal gera løgtingið til eitt landspolitiskt forum.

Undirritaði var sjálvur til staðar á fundi í landsnevndini hjá Sambandsflokkinum tá Edmund Joensen, táverandi løgtingsformaður á sín egna og til tíðir sera klossuta, men kensluborna hátt argumenteraði fyri at Føroyar skuldu gerast til eitt valdømi og í eini skotríðu beinleiðis móti undirritaða gjørdi táverandi løgtingsformaðurin greitt at undirritaði var lokalformaður fyri norðoyggjar í Sambandsflokkinum og ikki lokalformaður fyri Sambandsflokkin í norðoyggjum. Hóast hetta ikki var tilætlað so er hetta bestu rósurnar undirritaði hevur fingið. Svarði Edmundi – at um hann brendi so nógv fyri hesum málið so hevði hann sum løgtingsformaður ein heilt serligan møguleika at fáa málið til viðgerar í løgtinginum og eydaðist at fáa hetta samtykt fór tað at verða ein fjøður í hattin fyri hansara tíð sum løgtingsformaður…….. og restin er søga.

Sama ár var nógv umrødda 266B málið har bylgjurnar gingu høgar. Men Edmund Joensen, sum hevði verið ivasamur um tað var rætt av løgtinginum at fremja hesa lóggávu og her eiga vit at minnast at Edmund tá var valdur í Eysturoynni og óivað var stuðlaður av veljarum sum høvdu røtur í samkomum og kirkjum har mótstøðan móti at fremja nakra lóggávu, sum kundi útleggjast sum eitt álop á hjúnarlagið var og er sterk. Men Edmund kom til tað sannføring at tað var umráðandi at Føroyar sum eitt framkomið land signaleraði at her var verja eisini fyri minnilutabólkar – gjørdist tungan á váskálini sum bar hesa lóg gjøgnum tingið.

Ein útrokning sum Norðlýsið gjørdi av eftirfylgjandi løgtingsvalinum í 2008 har nýggja valskipanin fyrstuferð var brúkt og sum samstundis var fyrsta løgtingsvalið eftir 266B (samtykt í 2006) vísti at Edmund Joensen hevði ikki verið afturvaldur var gamla valskipanin galdandi, tí Edmund misti atkvøður í so at siga øllum plássum í Eysturoynni – men av tí hann fekk atkvøður aðrastaðni enn í Eysturoynni var hann afturvaldur.

2006 var sum sagt árið har nýggj valskipan varð samtykt og 266b varð borin gjøgnum løgtingið, og tí var í spenningi bíðja eftir um hesi mál fóru at ávirka fysta valið sum var Fólkatingsvalið í 2007. Sambandsflokkurin hevði mist Fólkatingsmannin á valinum í 2005 og tá val úrslitið fyrilág í Kringvarpinum var skuffilsið stórt hjá sambandinum og gleðin stór hjá Fólkaflokkinum – men so varnaðist onkur at sambandsmaðurin á Toftum, Alfred, ongar atkvøður hevði og so var bíðja í spenningi til seinastu atkvøðurnar hjá sambandinum vóru funnar fram og tær bóru Edmund niður á fólkating – eitt veruligt Come-back.

Edmund gjørdist tungan á vágskálini hjá borgarligu stjórnini hjá Anders Fogh og dúgliga var kjakast millum fagnaðar- og veitslugestirnar hjá Edmundi á Oyrabakka valkvøldið – hvat støðan skuldi brúkast til.

Hetta skuldi brúkast – men ikki misbrúkast, gjørdi Edmund greitt og tá telefonboðini komu úr Keypmannahavn gjørdi Edmund greitt at hann vildi hava pening avsettan til gransking í samband við havstreymarnar kring Føroyar. Játtanin til eitt “hav-instututt” gjørdist partur av stjórnargrundarlagnum og 10 mió. Kr. játtaðar. Hendan játtan er framvegis á donsku fíggjarlógini. Eisini var tað lyklastøðan hjá Edmund Jonesen í Fogh stjørnini sum gjørdi at Saltsiloverkætlanin gjørdist veruleiki og peningur avsettur á donsku fíggjarlógini. Suðuroyggin var í svárum trupuleikum um hetta mundi og eg metti at henda verkætlanin kundi gerast byrjanin til okkurt positivt, hevur Edmund sagt.

Tá vit ringdu til Edmund leygardagin at ynskja tillukku við 25 árum í politikki segði Edmund Joensen at í samband við arbeiði á fólkatingið var dreymurin framvegis ein granskingarstovnur sum granskaði havstreymarnar her um okkara leiðir, soleiðis at vit komu at skilja betur náttúruna og serliga nú tey pelagisku fiskasløgini hava stóran týdning.

Vit hava mangan hug til at seta politikarar í samband við ávís politisk mál og er hetta serliga tí at miðlaheimurin er soleiðis háttaður at hann hevur lindi til at foreinkla veruleika til nakrar reglur á einum A4 arki ella í einum html fíli. Men politikarar eru við til at fremja sera nógv og sera ymisk mál og tey 25 árini Edmund Joensen hevur verið í fólksins tænastu eru stórar broytingar framdar. Serliga kunnu vit nevna at nýggj stýrisskipan sum varð samtykt við ráðharraábyrgd og nýggjum bygnaði fyri landsumsitingina. Oljulóggávan, Framtaksgrunnurin og Fiskidagaskipanin fyri at nevna nøkur.

Fyri Edmund Joensen er sambandshugsjónin við libralum, sosialpolitiskum oyramerkjum tað sum er avgerandi – og dreymurin um ein stóran havgranskingarstovn í Føroyum livur framvegis.