Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25 ár síðan Sigurfari bjargaði 5 monnum

John William Joensen

Tann 16. februar vóru 25 ár liðin síðan Sigurfari í ódnarveðri á Flemish Cap bjargaði fimm monnum av M/S Mekhanik Tarasov.

Tað var eitt lágtrýst sum tók seg upp í Meksikanska golfinum tann 12. februar og mentist á veg norður ígjøgnum norðuramerika, sum elvdi til herviliga ódnarveðrið. Fáar tímar áðrenn Mekhanik Tarasov sakk, tók sama ódnarveðrið oljuborðpallurin Ocean Ranger og øll manningin uppá 84 fórst í storminum.
Eftir at russiska fraktskipið Mekhanik Tarasov hevði fingið nógva slagsíðu og hevði útsent neyðarkall kom Sigurfari á staðið og var tilreiðar at veita teimum hjálp. Men skiparin á Mekhanik Tarasov sýtti fyri at loyva manningini av skipinum umborð á Sigurfari, við tí grundgeving, at hann heldur vildi bíða til eitt annað russiskt skip, sum var á veg til Mekhanik Tarasov, skuldi veita teimum hjálp.
Áðrenn hjálpin náddi fram sakk Mekhanik Tarasov. Sigurfari tók fimm livandi persónar upp úr havinum umframt 14 sum høvdu mist lívið. 7 onnur av manningini vórðu tikin upp av einum russiskum fiskiskipi sum eisini var komin á staðið. Umborð á Russiska fraktskipinum vóru íalt 37 persónar, harímillum kona skiparan.
Í einum telduposti frá stýrimanninum Vyacheslav Kozhukhov, stílað til skiparan á Sigurfarinum, Mikkjal Olsen, verður víst stórt takksemi yvirfyri manningini á Sigðurfarinum, nú 25 ár eru liðin síðan lagnutungu náttina.