Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25 ára jubileumssýning

Tíðindaskriv

Sunnudagin 25.mai bjóðar Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn til 25 ára hátíðarhald fyri felagið í Føroyahúsinum á Vesterbro í Keypmannahavn.

Sunnudagin 25.mai bjóðar Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn til 25 ára hátíðarhald fyri felagið í Føroyahúsinum á Vesterbro í Keypmannahavn.

Fyri at hátíðarhalda dagin við manér, hava vit boðið fýra ungum, framskygdum, dugnaligum og uppkomandi føroyskum listafólkum at sýna síni verk.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Felagið bjóðar okkurt at drekka afturvið listini og samveruni. Eisini verður eitt listarligt og lætt jubliæumsábit sum Marianna Andreassen og Annika Brimheim skipa fyri.

Listafólkini eru hesi:

Ludvík á Brekku:
Føddur í 1985 í Havn. Hevur sýnt fram ymsastaðni í Føroyum og Danmark tey seinastu árini. Hevur eisini gjørt fløguhúsar og bókaforsíður. Gongur á Listaháskúla á Ærø. Ludvík fæst millum annað vid at tekna og mála.

Jórunn Reginsdóttir:
21 ára gomul, ættað úr Havn, og lesur á arkitektskúlanum í Kbh.
Jórunn hevur altíð teknað og málað nógv, og tey seinastu árini hevur hon arbeitt við photoshop-kollasjum. At byrja við vóru kollasjurnar mest ein estetiskur máti at fanga eina kenslu/løtu, og síðan hon er byrjað at lesa arkitektur, brúkar hon hendan úttrykksháttin at arbeiða seg inn í rúm/stað/ljós osfr.
Í kollasjum roynir Jórunn at finna aftur til nakað upprunaligt og við formmálinum endurskapa eina javnvág ímillum menniskjað og náttúru.

Rólant Lenvig Av Reyni:
Rólant er føddur í 1979 og er frá Tórshavn. Hann hevur lært í London har hann hevur ogna sær eina BFA í Visual Communication í 2012. Rólant hevur síðan tá starvast sum hjálpari í grafiska verkstaðnum í Føroyum, Steinprent.
Rólant brúkar blandaða tøkni, og hansara myndir umfevna ofta evnið ró.

Allan Korsager Davidsen:
Føddur 1987 í Aarhus, og flutti heim til Føroyar í 1994. Allan hevur síðani 2010 búð í Keypmannahavn, har hann arbeiður við graffiki og visuellum samleika. Allan fær íblástur frá menniskjum; serliga eru tað tær skeivu tilverurnar ella tær duldu veikleikar og styrkir, ið øll menniskju á ein ella annan hátt bera uppá, ið tiltala hann.
Sum hjá flest øðrum byrjaði Allan at tekna sum barn, men har nógv steðga tá tey gerast tannáringar, gjørdist áhugin fyri at tekna bara størri. Sum 17 ára gamal fekk hann sítt fyrsta digitala teknibrettið, og teir ótalligu møguleikar innan tað digitala, gjørdi at tær analogu hondtekningarnar vóru skiftar út við tí blanka løriftinum á telduskerminum.

Harleyfacadeacryl