Mándagin 4. juni verður nógv bíligari at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar báðar.
Ferðandi í Vága- og Norðoyatunlinum, ið ferðast stakferðir ella við kubba, skulu gjalda umleið 25 prosent minni fyri ferðir sínar frá 4. juni 2007.
Árshaldið
lækkar 10 prosent frá sama degi.
Avslátturin er sjálvvirkandi fyri tey, ið hava hald frammanundan, soleiðis at minni verður tikið fyri hvønn túrin, eftir at prísurin er lækkaður. Hetta svarar til, at fyri hvørjar 4 túrar, ið vóru eftir á kontuni, verður 1 túrur lagdur afturat.
Orsakað av einari vaksandi arbeiðsbyrðu hjá avgreiðslu okkara, hava nevndirnar samtykt, at avgreiðslugjøld skulu takast fyri ávísar tænastur.
Nýggju avgreiðslugjøldini eru:
• 250 kr. fyri fyribilsflyting av kubba millum bilar.
• 50 kr. fyri avgreiðslu av túrum hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt uttan kubba, ella har haldið
hevur verið í eftirstøðu.
• 15 kr. fyri kontuavrit og túrútskrift.




