Tað er úrtøkan hjá róðrarfelagnum í Klaksvík.
Ein av serfrøðingunum, tá tað kemur til søguna í føroyskum kappróðri – og serliga fyri kappróðurin í Klaksvík – er Per Jacobsen. Hann sigur, at kappingin um føroyameistaraheitið í kappróðri var fyrstu ferð skipað í 1964. Frá 1964 til 1972 varð FM róður á Trongisvágsfirði, Skálafjørðinum ella á Sørvágsfirði millum teir bátarnar, sum samanlagt høvdu bestu úrslitini á stevnunum. Fyrsta árið róðu bátarnir á Trongisvágsfirði, í 1965 – 1969 varð kappast á Skálafjørðinum og í 1970 varð FM heitið avgjørt á Sørvágsfirði. Í 1973 varð kappingin skipað soleiðis, at bátarnir fáa stig eftir vinnararøð.
Yvirlitið niðanfyri vísir, hvørjir bátar úr Klaksvík hava vunnið meistaraheitið síðan 1964, sambært Per Jacobsen, ið er serkønur innan m.a. hagtøl í kappróðrinum í Klaksvík:
1964 Fípan Fagra, dreingir
1965 Fípan Fagra, gentur
1966 Fípan Fagra, gentur
1967 Fípan Fagra, gentur
1969 Fípan Fagra, gentur
1986 Páll Fangi, kvinnur
1987 Páll Fangi, kvinnur
1989 Páll Fangi, kvinnur
1990 Páll Fangi, kvinnur
2001 Fípan Fagra, kvinnur
2001 Páll Fangi, kvinnur
2001 Nevið Reyða
2005 Fípan Fagra, dreingir
2005 Nevið Reyða
2006 Klaksvíkingur
2009 Klaksvíkingur
2010 Páll Fangi, menn
2011 Klaksvíkingur
2012 Páll Fangi, kvinnur
2012 Klaksvíkingur
2013 Fípan Fagra, barnaróður gentur
2013 Klaksvíkingur
2014 Fípan Fagra, dreingir
2015 Tekla, barnaróður dreingir
2015 Klaksvíkingur




