Fleiri spennandi dystir eru í 25. umfarinum, sum verður spælt í dag.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari, metir soleiðis um 25. umfar í Effodeildini:
B36-EB/Streymur 1
B36 hevur fingið FM eyðkennini aftur. Liðið bara styrknar, um tað kemur afturum og ungir leikarar taka av, tá teir fáa møguleikan. Leivur Frederiksen lýsti støðuna væl hjá EB/Streymi áðrenn seinasta umfar, har tú ongantíð veit, hvat tú fært. Tað er eitt lið, sum gott kann fara í Gundadal og vinna móti B36. Teir hava fyrr í ár vunnið móti bæði HB og B36. Men eg siti við kensluni í løtuni, at B36 leggur nógv fyri at vinna sítt FM heitið áðrenn seinasta dyst. Tað kann koma í hús longu hendan dystin. Eg rokni við, at rakettirnar og sjampanjurnar eru keyptar og skápini uppfylt hjá B36 viðhaldsfólkunum, um teir nú skuldu blivið FM vinnarar sunnudagin. B36 vinnur dystin.
AB-HB 2
Hendan uppgerðin í Tórshavnar Kommunu er ofta undirhaldandi og jøvn. AB vann móti HB fyrr í ár og AB vann eisini ein dyst móti HB í fjør. Men nú hevur AB einki at spæla fyri eftir at B68 byrjaði at hótta í botnstríðnum. Tann hóttanin er nú burtur, nú AB vann á Svangaskarði. HB kann í 25. umfarinum koma uppá sama stigatal, sum FM liðið í fjør. Móti Víkingi vísti HB, at teir kunnu gera bart og vinna allar dystirnar her í endaspurtinum. Eg rokni ikki við, at HB ynskir at síggja Havnina hvíta og svarta, tá teir koyra aftur til Havnar sunnukvøldið.
Víkingur-ÍF 1
Ofta hava hesir dystirnir havt stóran týdning, har nógv hevur staðið uppá spæl seinnu árini. Men so er ikki hesaferð. Nú stendur bara æran uppá spæl. Tað hevur nokk týdning at vinna móti grannunum, men tað verður neyvan ársins besti dystur í Sarpugerði sunnudagin. Víkingur manglar Hans Jørgen Djurhuus og ÍF manglar Ara Ellingsgaard. Teir hava báðir leikbann. Víkingur hevur hetta kappingarárið nógv størri kvalitet enn ÍF, men báðir innanhýsis dystirnir eru endaðir við javnleiki. Eg vænti, at Víkingur fær ársins fyrsta sigur á ÍF. Tá er bronsu heiðursmerkið samstundis tryggjað.
Skála-B68 X
Eins og í Norðragøtu, so stendur einki uppá spæl hendan dystin á Skála. Tí er ógvuliga trupult at siga nakað um, hvat kann væntast. Nú einki trýst er á, so kundi eg ímyndað mær, at liðini byrja at hugsa um næsta ár, tá tey seta liðini og kanska vraka leikarar, sum ikki halda fram í felagnum. Skála vísti lítið í Klaksvík og B68 hevur bara 4 stig á útivølli í ár. Fyrra dystin á Skála í ár vann heimaliðið 1-0, meðan tann á Svangaskarði endaði 0-0. 0-0 kundi verið eitt gott boð uppá hendan dystin.
NSÍ-KÍ X
Við Løkin er lagt upp til eitt brak sunnudagin. Kappingin um Europa League er harðari enn nakrantíð, og NSÍ og KÍ kunnu bæði avgera sína lagnu sjálvi. Hetta er ein lykladystur, har eg tori at siga, at taparin er úti av Europa League stríðnum. NSÍ er sloppið av við marruna um at liðið ikki vinnur móti einum topp 7 liði, og tað kann geva liðnum størri trúgv uppá komandi dystir. NSÍ skorar sjáldan minni enn tvey mál fyri tíðina, meðan KÍ sjáldan letur mál inn fyri tíðina. Eg eri spentur uppá, hvat lið trívist best undir trýstinum, nú so nógv stendur uppá spæl. KÍ hevur seinastu árini havt gott tak á NSÍ, og tað var í báðum dystunum í seinastu løtu, at NSÍ fekk bjargað sær javnleikin, tá liðini møttust fyrr í ár. Javnleikin kunnu bæði onkursvegna liva við, og tað er eisini mítt boð, at allir dystirnir í ár millum NSÍ og KÍ enda við javnleiki.




