Tað gongur ikki væl at fáa fólk á val higartil í Klaksvík.
Kanska heldur óvæntað, so er valluttøkan í Klaksvík væl lægri enn vanligt. Heili 25,3 % færri høvdu á valstaðnum kl. 15.00 enn í 2011. Men har telur tað so upp, at 92 fleiri brævatkvøður eru hesaferð enn seinast. So vil tíðin vísa, um fólk bara velja seinni hesaferð, men tað kann hugsast m.a. tí, at seinast var løgtingsval leygardag.
Kl 15.00
2015: 838 fólk
2011: 1122 fólk
2008: 1142 fólk




