Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

26 nýggj grundstykki í Syðrugøtu

Helgi Abrahamsen

Arbeiðið við nýggju útstykkingini í Syðrugøtu eru nú komið somikið væl ávegis, at 26 brøv eru send út hesa vikuna til teirra, sum nú kunnu velja sær eitt grundstykki.

Arbeiðið við nýggju útstykkingini byrjaði í juni í fjør, og tað umfataði 26 grundstykki og tveir nýggjar vegir. Jóhan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at grundstykkini eru ikki gjørd byggibúgvin.

“Tað vísir seg, at tað blívur altíð dýrari, tá kommunan stendur fyri útgrevstri og planering, og tí hava vit valt at lata borgararnar sjálvar standa fyri tí.”

Nýggju vegirnir eru knýttir í Garðabrekku og útsýni frá nýggju húsunum verður sera gott yvir Gøtuvík og yvir á Norðragøtu.

Stórur áhugi er fyri at byggja í Gøtu og sambært borgarstjóranum eru eini 50 – 60 á bíðilista eftir grundstykkjum í bygdini, men 26 av hesum fáa nú bræv um, at tey kunnu velja sær eitt grundstykki.