Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

27 km suðuryvir

John William Joensen

Tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, var øllum framburðssinnaðum greitt, at steðgast kundi ikki á hálvari leið.

Tí var Sandoyartunnilin roknaður sum byggistig I av eini suðurleið, sum sjálvandi knýtur, so at siga, alt landið saman.

Tað kemur ikki fram í kjakinum at við at gera henda tunnil til Sandoynna uppá 10 km, so kann koyrast 27 kilometrar suðuryvir.

Tá Sandoyartunnilin kemur út omanfyri Skopun, so kann haldast fram at koyra 9 km suðuryvir til Sands – ikki nokk við tí. Av Sandi kann haldast fram suðuryvir 8 km (bygdavegur) til Skarvanes og enntá longur suðuryvir, alt eftir hvar man velur at fara niður aftur við byggistiði II við tunnli til Suðuroynna.

So við einum, tunnli uppá 10 km til Sandoynna skulu leggjast 17 km aftrat við koyring suðuryvir eftir Sandoynni. Samanlagt 27 km.

Við øðrum orðum er man komin hálva leið koyrandi á veg at binda alt útflutnings framleiðandi suðurøki saman, so koyrandi verður úr Sumba til Viðareiðis.
Tross alt ikki so galið allíkavæl.

Henrik Old