Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

28 ára gamli Rógvi Hammer – Tryggjar rættindi hjá eygleiðarum í Ukraina

Ragnhild Ellingsgaard

– Tað tykist, sum øll eru samd um, at støðan í dag ikki er góð fyri nakað sum helst. Og øll, sum eg komi í samband við, ynskja í veruleikanum frið millum londini. Tí kann tað verða trupult at skilja, hví støðan er soleiðis, sum hon er í dag. Tað sigur Rógvi Hammer, hvørs starv er at tryggja rættindini hjá teim umleið 250 eygleiðaranum, sum felagsskapurin OSCE hevur sent til Ukraina at halda eitt vakið eyga við støðuni, sum hon er í dag millum Rusland og Ukraina.

– Tað tykist, sum øll eru samd um, at støðan í dag ikki er góð fyri nakað sum helst. Og øll, sum eg komi í samband við, ynskja í veruleikanum frið millum londini. Tí kann tað verða trupult at skilja, hví støðan er soleiðis, sum hon er í dag. Tað sigur Rógvi Hammer, hvørs starv er at tryggja rættindini hjá teim umleið 250 eygleiðaranum, sum felagsskapurin OSCE hevur sent til Ukraina at halda eitt vakið eyga við støðuni, sum hon er í dag millum Rusland og Ukraina.

Tey flestu av okkum hava helst á ein ella annan hátt fylgt eitt sindur við í stríðnum millum Rusland og Ukraina. Men fyri 28 ára gamla Rógva Hammer av Saltangará er stríðið millum londini ein veruleiki, sum hann hvønn dag skal taka støðu til. Hann situr á løgfrøðiligu deildini á høvuðsskrivstovuni hjá stóra felagskapinum OSCE í Wien, har hann í høvuðsheitum tekur sær av teim løgfrøðiligu avbjóðingunum, tá eygleiðarar uttan úr heimi skulu sendast inn í Ukraina at fylgja við støðuni, sum hon er í løtuni millum Ukraina og Rusland.

Starvið hjá Rógva er eitt sonevnt praktikstarv, sum hann fekk bjóðað eftir loknan lesnað. Rógvi fekk lærupláss hjá Norðoya Sparikassa í 2006 og fór eftir lærutíðina á universitet í Machester, har hann tók eina grundútbúgving í løgfrøði. Eftir hetta fór hann víðari til Wien, har hann fyri stuttum er liðugur við eina master-útbúging í International Legal Studies. Í samband við seinastu úbúgvingina fekk hann bjóðað praktikstarv á løgfrøðiligu deildini hjá OSCE; eitt starv, sum fleiri lesandi úr øllum heiminum søktu um at fáa.

– Eg eri ótrúliga glaður og takksamur fyri at fáa hendan møguleikan og havi sett mær fyri at arbeiða hart teir komandi mánaðirnar. Tíbetur sær tað út til at ganga væl hjá mær, so hetta er avgjørt ein stórur møguleiki, sum gevur mær nakrar góðar royndir, sigur Rógvi.

OSCE er ein politiskur felagsskapur og stendur fyri Organisation for Security and Co-operation in Europe. Endamálið hjá felagsskapinum er at arbeiða fyri tryggleika og samstarvi í øllum Evropa. Sambært OSCE er virðing fyri rættindunum hjá einstaka menniskjanum størsta fortreytin fyri trygd og at fyribyrgja ósemjum millum lond. Limalondini í OSCE binda seg sostatt til meginreglur sum demokrati og virðing fyri mannarættindum.

Evropeisku londini, USA, Kanada og miðasiatisku londini eru øll limalond í OSCE.

Felagsskapurin er eitt umráðandi forum fyri politiskum samskifti og ger samstundis aktivt kanningararbeiði, hvørs endamál er at tryggja demokrati og støðufestí øllum Evropa.

OSCE hevur høvuðsskrivstovu í Wien og hevur tætt samstarv við fleiri altjóða felagsskapir sum ST, ES og NATO.

Tú kanst lesa áhugaverdu greinina um 28 ára Rógva Hammer, sum fór frá læruplássi í Norðoya Sparikassa til høvuðskrivstovu hjá stórum evropeiskum felagsskapi í blaðnum, sum kemur út hesa vikuna.