14 fólk hava verið og greitt atkvøðu á fólkaatkvøðu sum er í dag í Hvannasunds Kommunu. Flestu vantað at talan verður um eitt greitt NOY
Tað sum gongur aftur millum veljarar er at sundamenn halda at avtalan, sum varð send í hvørt hús í kommununi er ov lítið ítøkilig.
– Alt ov nógvar óvissur eru í avtaluni og eisini ting sum fólk als ikki trúgva uppá. M.a. verður sagt í avtaluni at arbeitt verður fram ímóti eini góðshavn í Depli.
– Sum støðan er í løtuni sær út til at niðurstøðan verður eitt rungandi NOY, varð sagt norðanfyri.




