Klokkan 17 bendur framvegis alt á, at valluttøkan í Klaksvík verður munandi størri enn vanligt.
Í Klaksvík er valluttøkan størri enn vanligt fyri fólkatingsvalinum í dag.
Nú kl. 17.00 komu feskastu tølini fyri valluttøkuna í Klaksvík. Og higartil í dag er valluttøkan nógv størri enn vanligt um vit samanbera við somu tíð.
Í 2015 høvdu 3536 fólk valrætt. Í 2011 høvdu 3456 fólk valrætt og í 2007 høvdu 3460 fólk valrætt.
Og nú kl. 17.00 høvdu 1163 fólk valt í Klaksvík. Tað eru 285 fólk fleiri enn kl. 17.00 í 2011 og 51 fólk fleiri enn í 2007.
Sostatt hava 32,9 % av veljarunum í Klaksvík verið á vali kl. 17.00.




