Hettar er umleið tvífalt talið á einum meðal ferðsludegi í Norðoyatunnlinum
Tunnilsdagin leygardagin koyrdu 1524 bilar gjøgnum vágatunnilin og er tað nakað meria enn miðal (1436 ).
Í Norðoyatunnlinum var økingin í ferðsluni nakað størri:
Leygardagin koyrdu 2955 bilar gjøgnum tunnlarnar. Í miðal koyra 1814 bilar um samdøgnið gjøgnum Norðoyatunnilin.
Fyrsti tunnilsdagurin er framvegis met
Sum verða mann hava tunnilsdagarnir roynst ójavnir. Men eingin ivi er um at metið fyri ferðsluna, sum var sett í samband við hátíðarhaldið tá tunnilin lat upp, verður trupult at sláa. Tá var bilkø úr Klaksvík og langt inn í Eysturoynna. Leygardagin 29. apríl í 2006 koyrdu 5.250 akfør gjøgnum tunnilin og Sunnudagin 30. apríl koyrdu heili 12.550. Mánadagin 1. mai í 2006 koyrdu 5700 bilar gjøgnum norðoyatunnilin.




