Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2nd Klaksvík talvkappingin byrjað

Oliver Joensen

Kl. 15.00 ídag, byrjaði 2nd Klaksvík International 2003talvkappingin í Skálanum. Tað vóru teir báðir Andrias Ziska og Mogens Nielsen, sum við einum snartalvi góvu teim uppmøttu innlit í útgerðina.

Andrias Ziska er nýggjur formaður í Talvsambandi Føroya, ímeðan Mogens Nielsen er altjóða dómari og hevur eftirlit við kappingini í Klaksvík, ið byrjaði í dag og sum fer at halda áfram til leygardagin.
Talvsambandið hevur fyrireikað seg væl, við tað at til ber hjá øllum, ið hava samband við internetið at fylgja við beinleiðis á http://www.faroechess.fo ið eisini hevur ein knøttt á heimasíðuni hjá Norðlýsinum har til ber at fara beinleiðis inn á heimasíðuna.
Á loftinum í Skálanum ber eisini til at fylgja gongdini á uppvarpara.