Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2.umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

So er næsta umfar á skránni, har serliga tríggir dystir síggja javnir út.

So er næsta umfar á skránni, har serliga tríggir dystirsíggja javnir út.

 

B36-Víkingur

B36 beit heldur óvæntað frá sær í dystinum móti HB og skuldisum skilst vunnið dystin. Verjuparturin tóktist hanga væl saman og tá kann B36fáa góð úrslit, tí ivi kann ikki setast við álopspartin, har nokk av profilumeru til at skjóta mál. Víkingur fekk 3 stig í jøvnum dysti móti sterkarimótstøðu í fyrsta umfarinum. Hyggja vit eftir dystunum millum venjararnarMikkjal Thomassen og Jógvan Martin Olsen seinastu tvey árini, so hevur Mikkjalvunnið tað slagið og bara tapt ein av seks dystum, ið var í Sarpugerði hjáeinum kreppuraktum B36 liði í fjør. Á manningarsíðuni er ikki nógv, ið skilirliðini, men avrikið móti HB, heimavøllurin og taktiska yvirtakið hjá Mikkjal ger,at vit tippa heimasigur her. Tipping: 1

 

07Vestur-TB

Spennandi dystur í Sørvági og ein dystur, har vit fáa fyrstuábendingina um, hvat av hesum báðum liðunum hevur betri møguleika at standa segí bestu deildini. Bæði liðini høvdu truplar dystir í fyrsta umfarinum, tá teyeisini taptu greitt. TB spældi rættuliga verjukent í Klaksvík, men uppásnarálop sá ein, at liðið kann vera sera vandamikið. 07Vestur er á heimavølliog fer kanska at leggja meira fyri í álopspartinum. Liðini tykjast ógvuligajøvn í dygd, har tað eru heilt góðir leikarar og eisini púra óroyndir leikarar.Eitt upplagt boð kundi verið javnleikur. Tipping: X

 

EB/Streymur-ÍF

Tvey lið, ið vunnu fyrsta dystin og tí ikki hava so stórttrýst á sær. Avrikið hjá EB/Streymi var tó munandi meira sannførandi og ámanningarsíðini eru meistararnir eisini betri enn ÍF. Við Margáir tapirEB/Streymur ikki móti á pappírinumb- eftir okkara tykki – munandi verri liðum.Tí kann ÍF bara yvirraska her, men tað verður trupult, har serliga álopsspæliðhjá meistarunum tykist væl fyri longu nú. Tipping: 1

 

AB-HB

AB fær eina stóra roynd í sínum fyrsta heimadysti eftiruppflytingina. AB kundi fingið stig í Fuglafirði og liðandin á liðinum tykistgóður. HB var stóra vónbrotið í 1.umfarinum, men ein grannauppgerð er sumoftast trupul. Talan er eisini um grannauppgerð her, har nógvir leikarar á ABliðinum hava eina fortíð í HB. Men á manningarsíðuni er klassamunur á liðunumog rakar HB bara ein hampuligan dag, so fáa teir sín fyrsta sigur í ár.Tipping: 2

 

NSÍ-KÍ

Tvey lið, ið á pappírinum tykjast rættuliga jøvn. Bæðiliðini vístu ávísar veikleikar í fyrsta umfarinum og hvørgan av verjunumtykjast ræðandi. Tá so bæði liðini burdu verið best til álopsfótbólt, so kunnuvit vænta fleiri mál, hóast vøllurin er vánaligur til gott fótbóltsspæl. Taðeru tó tvey avgerandi punkt, ið gera at vit hella til ein úti sigur. KÍ liðiðhevur havt sera gott tamarhald á NSÍ síðani uppflytingina. Í fjør vunnu PállGuðlaugsson og hansara menn eitt nú allar fýra dystirnar móti NSÍ. Og fyri taðnæsta, so fekk Abraham Løkin ikki eitt einasta stig móti KÍ sum ÍF venjari í2011. Tí liggur tað meira til KÍ, hóast ein kann vænta eitt sera tendrað NSÍlið, nú teir taptu í fyrsta umfarinum. Tipping: 2