Tað er hent fimm ferðir áður í søguni, at Fípan Fagra hevur vunnið somu stevnu hjá bæði gentum og dreingjum.
Vit hava vent okkum til ein av størstu hagtalsserfrøðingunum í Norðoyggjum, Per Jacobsen, fyri at finna útav, um tað er hent áður, at Fípan Fagra hevur vunnið eina stevnu hjá bæði gentum og dreingjum. Og tað vísa hagtølini, at so hevur hent 4 ferðir fyrr. Á Norðoyastevnu í 1951, á Varmakeldu í 1952, á Norðoyastevnu í 1958 og á Skálafjarðastevnu í 1961. Sostatt hendi tað fyri fimtu ferð á Norðoyastevnu leygardagin og fyri fyrstu ferð í 53 ár.
1951 vinnarar á Norðoyastevnu: Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
1952 vinnarar á Varmakeldu: Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
1958 vinnarar á Norðoyastevnu: Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
1961 vinnarar á Skálafjarðarstevnu: Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
2014 vinnarar á Norðoyarstevnu: Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
Sí annars myndir frá kappróðrinum á Norðoyastevnu HER




