Leygardagin var landskappingardystur í hondbólti í 3. deild í Runavík. Stjørnan dróg longrá stráið og vann tepurt 16-15 á Tjaldrinum.
Hóast at tað hevur gingið sera misjavnt hjá 3. deild hjá Stjørnuni í ár, so liggja tær væl fyri í kappingini, og leygardagin styrktu tær um støðu sína í høllini í Runavík.
Í hálvleikinum var Stjørnan frammanfyri 10-5, men í seinna hálvleiki kom Tjaldur alt meira og meira við í dystin og ímóti dystarenda var ivi um hvønn veg úrslitið skuldi fara, men tað eydnaðist Stjørnuni at vinna við einum máli og endaliga støðan gjørdist 16-15 til Stjørnuna.
Jastrid Gullaksen skoraði 8 mál, ímeðan Beinta Klakkstein skoraði 4.




