Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3 nøvn – 3 sjangrur

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 25. Jan. kl. 20.30 í Tøting í Syðrugøtu.


Her fært tú høvi at hoyra sera fjølbroyttan tónleik sama kvøld, í sama tiltakið.

Marius Ziska, Elinborg Pálsdóttir og danska jazz-trio’in Seier/Heebøll/Mortensen verða á skránni.

Hálvi føroyingurin Torleik Mortensen, sum hevur búð í Danmark meginpartin av lívi sínum, er nýliga fluttur til Føroya. Hann er lærari á Føroya Muskiskúla, og so spælur hann eisini við Føroya Symfoniorkestri. Í samband við tiltakiðVetrarjazz, sum fer av bakkastokki komandi viku, hava Torleik og 2 vinir hansara úr DK, manna eina jazz trio, ið skal luttaka á Vetrarjazzi. Manningin í bólkinum er Martin Seier, klaver – Torleik Mortensen, kontrabass – Bjørn Heebøl, trummur.

Ímeðan danska jazz-trioin sjálvandi spæla jazz, spælir Elinborg Pálsdóttir sær kanska við popp-country, hvar Marius Ziska er meira yvuri í fólk-rokk, hóast summi minnast hann sum ein garvaðan rokkara úr Søldarfirði.

Kostnaður 100 kr. fyri limir, og 150 kr. fyri tey, ið ikki eru limir íTónleikasamtakinum Grót.