Tað má verða áhugavert hjá føroyskum pensionistum og øðrum, at fáa at vita hví stýrið fyri Arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnin (Samhaldsfasta), ikki betalur út til pensiónistar, tað sum verður goldið inn í grunnin.
Sum nevnt í míni fyrstu grein um Samhaldsfasta, so varð útgangsstøði at 95 % av tí ið kom inn í grunnin, skuldi gjaldast út aftur. Seinni varð lógin broytt so einki prosenttal fyri útgjald var nevnt í lógini.
Av eini ella aðrari orsøk hevur stýrið fyri grunnin avgjørt at í 2007 einans skulu gjaldast 62 % av tí sum inngoldið verður útaftur til pensiónistar, sostætt far hvør pensiónistur uml. 1.000 kr. ov lítið um mánan.
Áhugavert hevði verði at fingið at vita, frá tí tigandi stýrinum, um hesin mín pástandur er skeivur.
Stýrið hevur sum eg skilji tað, eftirhildið góðar 500 mió kr., sum man ætlar at gjaldað út um eini 20-25 ár.
Helst sær stýrisformaðurin seg sjálvan, sum ein Onkel Joakim, sitandi í einum peningatanga, hvar milliónirnar vaksa honum upp um oyruni. Tá fyrsta milliardin er samlað inn, fer stýrið helst at finna uppá, hvat man skal brúka pengarnar til.
Helst verður tað tá ov trongt í Landsbankanum (sum nú umsitur Samhaldsfasta), og so verður neyðugt at byggja ein umsitingarbygning, fyri tað sum annars skuldi fari til pensiónistarnar.
Als er val eitt gott dømi um hvussu tað kann ganga. Øll hava goldið við góðum huga til Als, fyri at hava nakað at standa ímóti við. Nú er so val í grunninum, at Als ætlar at byggja ein luksusbygning, fyri at húsa sær sjálvum. Umsitingarútreiðslurnar vaksa jú so hvørt sum arbeiðsloysið minkar.
Aftur til Samhaldsfasta
Tað kundi tað verði áhugavert at spurgt onkran í stýrinum, um man heldur at tey sum bara hava fólkapensiónina at líta á fáa nokk?
Í øðrum lagið, eru oljuprísirnir ikki enn nóg høgir til at man heldur at pensiónistarnir hava brúk fyri teimum 1.000 kr. meira um mánaðin?
Eg haldið tað verða ergriligt at tað sum skuldi verða ein góð ætlan, sum hevur kravt nógva politiska togan, skuldi endað í einum pamparaveldið.
Henrik Old




