Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30 ár síðani Tjernobyl

Helgi Abrahamsen

Tað eru í dag liðin 30 ár síðani ringastu vanlukku nakrantíð á einum kjarnorkuverki. Vanlukkan hendi tann 26. apríl 1986 í lítla býnum Pripyat, 10 kilometrar frá Tjernobyl (býnum sum bleiv kendur fyri vanlukkuna).

Tað byrjaði við einum buldri, sum vakti fólk í býnum, og seinni komu brandbilar og tyrlur í stórum tali til kjarnorkuverkið. Fólk fóru út at hyggja, tí tey sóu høgar eldslogar í vøkrum litum, sum spentu seg 150 metrar upp í loft. Tað sum tey ikki vistu var, at ósjónligir geislar, sum høvdu ligið fjaldir aftanfyri ein tríggjar metrar tjúkkan betongmúr, vóru slopnir út og settu seg í hárið og á húðina á teimum. Og hvørja ferð tey drógu andan, vórðu geislavirkin cesium, jod og strontium drigin niður í lunguni, og hesi evni fóru nú undir at bróta niður teirra likam.

Stoltleiki at arbeiða á verkinum

Arbeiðið við at fyrireika byggingina av stóra kjarnorkuverkinum í Pripyat byrjaði í 1970. Sovjetiska leiðslan helt tað vera best um fólk búðu tætt við arbeiðsplássið, og tí var samstundis farið undir at byggja “kjarnorkubýin” Pripyat. Sjey ár seinni var Reaktor 1 klárur at taka í nýtslu og næsti reaktorurin stóð klárur í 1978.

Pripyat fekk støðu sum býur árið eftir og ungdómar streymaðu til býin fyri at fáa arbeiði á verkinum. Tá vanlukkan hendi tann 26. apríl 1986 búðu 49.360 fólk í Pripyat. Í grannabýnum Tjernobyl, sum var tann “veruligi” býurin, búðu bara umleið 14.000 fólk.

Vanlukkan í 1986 var ikki tann fyrsta stóra vanlukkan á kjarnorkuverkinum í Pripyat, men tað bleiv ongantíð alment kent, at vanlukkurnar vóru hendar. Men tá vanlukkan bleiv so stór, at avleiðingarnar kundu merkjast langt út um landoddarnar, bar ikki til at halda hana loyniliga longur.