Tann 22. Januar 2005 skipa Ægir fyri stórari 30ára veitslu í Skálanum fyri svimjarnum, venjarnum, nevndarlimum, hjálparfólki og øðrum, sum hava havt tilknýtið til Ægir.
Byrjað verður kl. 19 í Skálanum, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, soleiðis at farið kann vera til borðs beinanvegin.
Góður matur verður til matna við trimum rættum eins og morgunmatur verður seinni út á náttina, eftir at dansurin er byrjaður.
Hetta er fyrstu ferð at hetta tiltak verður roynt hjá Ægir, so vónandi verður veitslan væleydna, har allir veitslugestirnir gera sítt til at øll fáa eina góða veitslu.
Tilmelding:
Fer fram við at at ringja til Ægir á tlf. 22 90 59 (Elin) ella 21 69 74 (Elisabeth). Tilmeldingin skal vera Ægir í hendi í seinasta lagi fríggjakvøldið 14. januar kl. 20,00, eins og peningurin fyri luttakararnar Kr. 250 pr. persón skal vera inngoldin á konto nr. 9865-495.216.7 í Norðoya Sparikassa sama dag. Tað er sera umráðandi at hetta verður gjørt, tí hetta er eitt sera kostnaðarmikið tiltak, tí matur og annað er 1.-floks.
Tað kann tykjast eitt sindur dýrt kanska, men ætlanin er at kvalitetur skal vera vørumerki á hesi veitsluni. Eins og stuðlar, fjølmiðlafólk og onnur vera boðin við.
Íroknað prísin er sjálvandi 3 rættir og morgunmatur dansur, undirhald v.m. Av drykkjuvørum er íroknað vín, sodavatn ella øl afturvið matinum, men møguleiki verður at fáa meira av hesum á veitsluni. Tað verður ikki loyvt at hava drykkivørur við sjálvi.
Klæði
Sum tað liggur í navninum á veitsluni, vilja vit heita á tykkum um at vera væl klødd, soleiðis at tað sær út til, at hetta skal vera rimmar veitsla.
Vita til fólk, sum hava havt tilknýtið til Ægir, ring endiliga til okkum. Eru fyrispurningar eru tit altíð vælkomin at ringja til ÆGIR tlf. 229059 ella 216974.
Vinarlig heilsan og góða veitslu
Ægir




