Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30 dagrøktarar ansa 120 børnum í Dagrøktarskipanini

John William Joensen

Sigrun Vágstún, leiðari á Dagrøktarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu sigur, at sum heild virkar Dagrøktarskipanin væl og eisini hava vit tað fatan, at foreldur eru væl nøgd við skipanina.

Barnagarðs- og vøggustovupláss eru fyribrigdi, ið hava virka úti í heimi í mong ár ímeðan dagrøktin helst er sett í gongd av fyrstan tíð, orsakað av at ov fá stovnspláss hava verið á traditionellu almennu ansingarstøðunum.
Møguliga hevur dagrøkt av børnum tí mangan verið tikið sum ein neyðloysn, til onnur loysn er funnin. Men ídag ásanna serfrøðingar, at ein vælskipa dagrøkt (arskipanin) er eitt gott og mennandi ansingartilboð, til tey smæðstu børnini.

Eitt sindur um søguna
Dagrøktin byrjaði í kommunalum samanhangi í 1977, við Óluvu Thorsteinsson, sum leiðara. Óluva leiddi dagrøktina í 12 ár og síðani kom Kristianna Johannesen í hennara stað og eisini hon var stovnsleiðari hjá kommununi í 12 ár og í øll hesi 24 árini hevur dagrøktin verið fyri stórari mennining og er tað framvegis.

Tørvurin hjá barninum í fyrstu røð
Sigrun Vágstún er leiðari i Dagrøktarskipanini hjá Kommununi og afturat sær hevur hon tveir námsfrøðingar, Agnas V. Sivertsen og Harriet Lydersen, umframt teir 30 dagrøktararnar, sum ansa børnum heima hjá sær sjálvum.
Vit hava skipa okkum soleiðis, sigur Sigrun, at námsfrøðingarnir vitja regluliga heim til allar dagrøktarnar. Harumframt hava vit eina spælistovu, har 3 dagrøktarar ísenn koma við børnunum (umleið) 14 hvønn dag og eru saman við øðrum námsfrøðinginum.
Tað at vera dagrøktari er nevniliga eitt sera einsligt starv, tá hugsað verður um tað fakliga, tí dagrøktarnir ganga jú heima hjá sær sjálvum allan dagin og ansa børnunum. Ikki tí, tær gera oftani avtalur um at møtast og fara túrar saman til m.a. spæliplássini í býnum. Tí hevur tað verið kærkomið, at tær av og á kunnu brúka ein dag í spælistovuni, saman við øðrum dagrøktarum, børnunum og námsfrøðingi, har ymiskt fakligt og ikki minst tørvurin hjá børnunum kann takast upp til viðgerðar.

Fyrimunir við dagrøkt
Sum sagt í byrjanini, so var dagrøktin helst av fyrstan tíð stovnsett orsakað av væntandi ansingarplássum annars, sum ein neyðloysn.
Men seinnu árini eru fleiri serfrøðingar komnir eftir, at um rætt verður atborið, so er hetta ein ógvuliga góð skipan at føra børnini inn í samfelagsgongdina annars.
Ført verður fram, at fyrstu tíðina eftir barnsburðin hava børnini aloftast bert foreldur og møgulig systkin at halda seg til.
Um barnið fer í dagrøkt, so er munurin ikki so ógvusligur, tí barnið verður framvegis í einum heimi saman við "dagrøktarsystkjun", soleiðis at fysisku karmarnir vera ikki serliga nógv broyttir. Men við spælistovuvitjan ein dag aðruhvørja viku, koma tey so líðandi inn í skipanina at vera saman við nógvum øðrum allan dagin.
Børnini, sum eru í dagrøktarskipanini eru vanliga ímillum 8 mánaðar og umleið 3-4 ára gomul. Aftaná tað sleppa tey aloftast í barnagarð

Sum ein familja
Í teim ymisku heimunum har dagrøktararnir arbeiða, royna vit sum frægast at halda familjumynstrið, við tað at børnini, sum eru í ansing, so vítt gjørligt eru á ymiskum aldri.
Tað skal vera møguligt hjá dagrøktararanum at fara ein túr við børnunum tá veðrið er gott og um hon eitt nú hevur fýra børn í dagrøkt, so skal tað helst vera soleiðis at um dagrøktarin fer ein túr, so skulu tey elstu børnini kunna ganga sjálvi, ímeðan tað yngsta ella yngstu sita í vogni.
Tað vísir seg nevniliga at vera ov strævi, um so er at øll børnini eru í sama aldri, tí tá hava tey øll mangan sama tørv samstundis.
Vit hava eisini eitt neyvt eftirlit við øllum dagrøktararbeiðisplássunum og tey fáa tí fast ófráboðaða vitjan av namsfrøðingi, ikki bert til eftirlit, men enn meira fyri at fáa hjálp og ráðgeving um tað er fyri neyðini.
Hetta er eisini ein liður í okkara stremban eftir at fylgja hvørjum einstøkum barni, sum er í skipan okkara, soleiðis at vit neyvt kunnu fylgja við menningini hjá hvørjum einstøkum og soleiðis at vit, um vit halda at nakað er áfatt, kunnu taka møguligar trupulleikar upp við foreldrini og kanska gera tey varug við tað vit halda okkum síggja.
Eitt neyvt samstarv allan vegin frá barninum gjøgnum skipanina og til foreldrini er nevniliga ein treyt fyri eini vælvirkandi  dagrøktarskipan.

Foreldrini gjalda 30%
Uppá fyrispurning okkara um hvussu nógv tað kostar at hava børn í Dagrøktarskipanini sigur Sigrun Vágstún víðari.
Foreldrini skulu ikki gjalda meira enn 30% av útreiðslunum og ídag liggur parturin hjá foreldrunum um 1700 krónur at fáa barnið ansað í Dagrøktini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Tó gjalda foreldrini onki fyri húsaútreiðslur vasking og annað í spælistovuni, tann partin ber kommunan. Tá børnini eru omanfyri 3 ár, lækkar gjaldið til 1395 krónur fyri hvørt barnið.

Dagrøktin í menning
Ásannandi at dagrøktarskipanin er komin fyri at vera, er dagrøktin undir framhaldandi menning. sigur Sigrun Vágstún at enda. Vit ætla at útbyggja skipanina við at bjóða til foreldraviðtalu. Skulu vit vera før fyri at menna dagrøktina enn meira, so er sera umráðandi at vit fáa ein dialog við foreldrini, sum eru tey, sum í síðsta enda skulu vera nøgd, hóast vit í Dagrøktini fyrst og fremst gera tað besta fyri børnini. Vit hava eisini arbeitt eina tíð við at fáa nýggj hølir til spælistovuna.
Tað var eitt sera stórt framstig fyri dagrøktina at fáa eina spælistovu, men sum alla aðrastaðni í samfelagnum veksur tørvurin og tí mugu vit ásanna at vit hava brúk fyri betri karmum til spælistovu.
Hóast kommunan hevur verið úti um seg at útvega nýggj hølir, so hevur tað ikki enn eydnast at funnið tað ideella, men tað man neyvan fara at ganga long tí til vit finna eitthvørt, sum er egnað til endamálið og tað gleða vit okkum sera nógv til, tí eftir okkara tykki er spælistovan ein sera umráðandi brikkur í eini vælvirkandi dagrøktarskipan.
Í Dagrøktarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu arbeiða ídag, sum sagt umframt Sigrun Vágstún, ið er leiðari, eisini tveir námsfrøðingar og harumframt og ikki minst umleið 30 dagrøktarar sum ansa 120 børnum.

Harleyfacadeacryl