Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30 íbúðir verða bygdar í miðbýinum í Klaksvík

Kristian Eli Zachariassen – Byggi- og Býarskipanarnevndin, formaður

Sum formaður í Býggi- og Býarskipanarnevndini fegnist eg almikið um, at tað nú hendir nakað ítøkiligt í miðbýnum. Sum ein liður í ætlanini hjá samgonguni í Klaksvíkar Kommunu um alternativar íbúðir, kunna vit staðfesta, at Bústaðir fer komandi ár í holt við at byggja 30 íbúðir og tilhoyrandi hølir til lættari vinnu í miðbýinum.

Sum formaður í Býggi- og Býarskipanarnevndini fegnist eg almikið um, at tað nú hendir nakað ítøkiligt í miðbýnum. Sum ein liður í ætlanini hjá samgonguni í Klaksvíkar Kommunu um alternativar íbúðir, kunna vit staðfesta, at Bústaðir fer komandi ár í holt við at byggja 30 íbúðir og tilhoyrandi hølir til lættari vinnu í miðbýinum.

Miðbýurin hevur verið uppá tal leingi – Ja, fyrst í 80-unum varð ein miðbýarætlan samtykt. Síðani hava skiftandi ráðgevarar og skiftandi býráð gjørt broytingar og tillagingar. Borgarafundir hava eisini verið um hesar ætlanir.

Nú haldi eg, at vit ríða á eini góðari aldu, har ein av fremstu ráðgevum, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur vunnið hugskotskappingina um miðbýin, sleppur at takna víðari uppá hugskot sítt. Hann hevur saman við teknistovu síni fingið altjóða viðurkenning fyri hugskot og hugflog teirra yniskar staði m.a. fyri Hørpuna í Íslandi.

Tað er at fegnast um, at Bústaðir hava valt sær sama arkitekt, sum hevur gjørt miðbýarætlanina, at tekna eina sera spennandi verkætlan, tikin beint úr tí uppskoti, teir hava gjørt fyri miðbýin.

Hetta haldi eg er sera heppið val og minkar um fleiri óneyðugar forkláringar fyri at fremja hesa skilagóðu verkætlan, sum kemur at vera eitt nýtt og spennandi skeið í okkara byggisøgu.

Ikki minni er at fegnast um, at teir lunnar, sum lagdir eru undir ein miðbý í Klaksvík fyri langari tíð síðan, nú koma til sín rætt og at miðbýurin fær eitt nýtt og spennandi ljós og lív. Fólk koma at búgva á fyrstu parkett eins og lætta handils- og tænastuvinnan fær eitt gylt høvið at búgva gott og centralt.

Her er talan 30 íbúðir í ymiskum støddum við eini samlaðari búvídd á 2.700 m2. Eisini verða 1.100 m2 til handil og lætta vinnu. Byggikostnaðurin mettur til ein kostnað á 50 mill.

Henda verkætlanin er so stór og spennandi, at onnur fara við eisini vissu at byggja í miðbýnum í framtíðini. Hon kemur at skapa synergi fyri býin, sum vit ikki kenna í dag.

Eg vil sum formaður í Býggi- og Býarskipanarnevndini heilsa hesi verkætlan hjartaliga væl komnari og takka Bústaðir fyri teirra skilagóða val at leggja hesa spennandi og fjøltáttaðu byggiverkætlan í hjartanum í Klaksvík.

Kristian Eli Zachariassen

Byggi- og Býarskipanarnevndin, formaður.

Harleywoodpaint