Alskyns kappingar, gott veður og góðar umstøður eru við at gera ein sera væl eydnaðan ítróttardag norðuri á Fossánesi í dag. Á hvørjum árið verður skipað fyri slíkum degi fyri frítíðarskúla-næmingar. Í ár er barnahúsið IMBA fyriskipari.

Norðlýsið fekk prát við Ingrið Fuglø, sum er við at skipa fyri hesaferð. Og hon greiðir soleiðis frá degnum, sum enn ikki hevur fingið nakran enda:
– Teir frítíðarskúlar, sum eru við, eru úr Eysturoynni og Norðoyggjum. Tilsamans teljast vit 300 luttakarar. So stórt tiltak hevur neyvan áður verið norðuri á Fossánesi ella í Hvannasunds Kommunu.
– Vit byrjaðu tíðliga í morgun við einum “inmarchi”, áðrenn vit fóru undir postarenning og fótbólt. Børnini sleppa at velja sær ítróttargrein. Umleið helvtin valdi sær fótbólt og hin helvtin postarenning.
Børnini sleppa eisini at velja í millum tvær ítróttargreinir seinni.
– Á middegi hava vit etið døgurða, umframt at tey vaksnu hava fingið ein góðan kaffimunn. Og nú fara vit ígongd aftur.*
– Á skránni nú verður boccia og rennikapping. Eftir tað, verður ein lítil steðgur, har børnini sleppa at hvíla seg og leska sær við sunkisti.
– Til teir síðstu aktivitetirnar verður møguleiki hjá børnunum at velja í millum togtogan og posarenning.
Beint áðrenn dagurin endar, verða medaljur handaðar.
*Reportarin prátaði við Ingrið Fuglø um eitttíðina.