Støðan á eldraøkinum er sera ymisk kring landið. Í norðoyggjum eru 100 á bíðilista, Skálafjarðarøkinum er eingin bíðilisti og í Havn eru 300 á bíðilista harav 200 hava ikki bráfangis tørv sambært Tórshavnar Kommunu
Støðan á eldraøkinum er sera ymisk kring landið. Í norðoyggjum eru 100 á bíðilista, Skálafjarðarøkinum er eingin bíðilisti og í Havn eru 300 á bíðilista harav 200 hava ikki bráfangis tørv sambært Tórshavnar Kommunu
Tórshavnar Kommuna svarar soleiðis uppá innlitsumbøn um bíðilistar til eldrarøkt:
Visitatiónin í Tórshavnar kommunu hevur í løtuni visiterað 110 borgarar til búpláss, antin til røktarheim, heim fyri fólk við demenssjúku/minnisveik, ella á ellisheimið/sambýlini, tvs. til tríggjar ymsar listar alt eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum.
At borgari verður visiteraður til búpláss merkir ikki í sjálvum sær, at borgarin hevur bráðfeingis tørv at koma inn at búgva. Borgarin kann í mongum førum klára seg heima við hjálp, tað verið seg heimahjálp, heimasjúkrarøkt, við venjingum, dagtilhaldi, umlætting, rehabilitering ella øðrum tilboðum frá heilsu- og umsorganartænastuni.
Av teimum omanfyri nevndu 110 borgarunum, sum eru visiteraðir til eitt búpláss, eru í løtuni 40 borgarar, sum eru raðfestir, tvs. verða mettir at hava stóran tørv á at fáa bjóðað eitt búpláss innan ov langa tíð.
Upplýsast kann, at Tórshavnar kommuna hevur í alt 202 føst búpláss, harumframt eru 18 umlættingar- og rehabiliteringspláss. Umleið 40-45 borgarar fáa fast búpláss bjóðað um árið, hetta svarar til umleið 20% av búplássunum.
Aftrat teimum 110 borgarunum á visiteraðum lista eru 200 borgarar, sum hava sent kommununi umsókn um búpláss, men sum mett verður hava ikki tørv á búplássi. Av tí eingin tørvur er, verða hesi ikki visiterað á nakran lista. Í tí løtu, at tørvur er, verða tey visiterað.
Skálafjarðarsamstarvið,
sum fevnir um Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunu, hevur einkið fólk á akutt bíðilistanum, men hevur tó 4 fólk, sum hava boðað frá at tey ynskja, at gerast fastbúgvandi á røktarheimið
Roðin, eitur økistænastan hjá Skálafjaðarsamstarvinum. Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og ellisheim.
Økistænastan telur um 122 ársverk, sum arbeiða í 23 bygdum við 6.000 íbúgvum. Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni og er mannað við umboðum úr bý-og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunum.
Norðlýsið spurdi um bíðilistar til eldrarøkt í økinum og hettar er svarið:
Hvat bíðilista viðvíkur so er talan um 4 fólk, sum hava ynski um at gerast fastbúgvandi og eru sostatt á ”bíðilista” til at búgva fast.Meta vit, út frá einum fakligum heildarsjónarmiði, at umsøkjari hevur tørv, so er, fyri hansara viðkomandi, so at siga eingin bíðitíð, til hann fær pláss. Tað vil siga, at vit í løtuni – uttan stórvegis bíðitíð – kunnu herberga øllum, sum verða visiterað til fast pláss.
100 fólk á bíðilista í Norðoyggjum
87 búpláss til eldri eru í Norðoyggjum harav fýra verða brúkt til umlætting og tørvurin er meira enn tvífaldur, tí sambært Klaksvíkar Kommunu standa 100 fólk á bíðilista.
Sambært svarskrivið, sum Norðlýsið fekk í seinastu viku, frá Klaksvíkar Kommunu, í samband við innlitsumbøn. er stórur tørvur á røktarheimsplássum í norðoyggjum og harafturat kunnu vit vanta nýggjar bíðilistar til barnaansing.
Í samband við Kommunal grundstykkir standa 48 á bíðilista, meðan eingin bíðilisti er til vinnulig grundstykkir.
Í summar fingu 37 børn pláss á vøggustovu/dagrøkt og 24 børn fingu barnagarðspláss. Higartil hevur kommunan megnað at nøkta tørvin, men vegna stóra tilflyting er greitt at tað verður trupult at finna børnum pláss eftir 1. november og frameftir.




