Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

300 litrar av vatni, sum er 40 hitastig, rennur út í ánna um sekundið

Oliver Joensen

Kjakið gekk dúgliga ímillum føroysku sílafiskararnar, tá teir vitjaðu heitu ánna á Akureyri á Íslandi. Tað er nevniliga so, at íslendingar eru við at bora ein tunnil ígjøgnum fjallið eystanfyri Akureyri, fyri at sleppa undan vegnum, ið gongur niðan á høga skarði eystanfyri býin, og eisini fyri at stytta munandi um leiðina eystureftir.

Ímeðan teir hava arbeitt við hesum tunnlinum, hava teir rakt tvinnar áir inni í fjallinum, ið nú ganga saman í eina heita á, ið kemur út úr tunlinum. Sagt varð okkum, at onnur greinin var um 50 hitastig, imeðan hin var nakað lægri. Tá báar greinarnar ganga saman, er vatnið úr fjallinum um 40 hitastig, – og talan er um nógv heitt vatn – íslendingar siga, at umleið 300 litrar av hesum heita vatninum streyma úr fjallinum um sekundið.

Á myndunum niðanfyri, sæst føroyska ferðalagið royna hitan á vatninum. Vit stóðu ikki heilt uppi við munnan, har dampur eisini stendur frá, men her sum vit standa kennist vatnið eins heitt og í einum baðikari helst eini 30-35 hitastig – eina slíka á hildu vit okkum saktans kunna brúka til eitthvørt í Føroyum.