Forsølan til Summar Festivalin hevur gingið framúr væl.
Mikudagin var seinasta freist at keypa tey bíligastu vikuskiftispassini, og tá ið sølustøðini lótu aftur mikukvøldið, vóru øll tey 3.000 atgongumerkini, sum vóru sett til sølu fyri bíligasta prísin, rivin burtur
Áhugin fyri Summar Festivalinum er størri enn nakrantíð áður. Hetta hava fyriskipararnir merkt í longri tíð, og áhugin sæst eisini aftur í søluni av atgongumerkjum.
Í februar mánaði vóru 3.000 vikuskiftispass sett til sølu fyri 495 krónur, og fólk fingu fram til 1. juni møguleikan at keypa hesi atgongumerki. Mikudagin var seinasti møguleiki at keypa sær atgongumerki fyri tann bíliga prísin, og forsølan eksploderaði dagarnar undan freistini. Fleiri sølustøð høvdu útselt mikudagin, og til dømis í Klaksvík, har sølan hevur verið sera stór, vóru eingi atgongumerki eftir mikukvøldið.
Nú status er gjørt yvir søluna fram til 1. juni, vísir tað seg, at øll tey 3.000 vikuskiftispassini, sum vóru sett til sølu, vóru rivin burtur.
Nú kostar vikuskiftispassið til Summar Festivalin 625 krónur, og fram til 1. juli ber til at keypa 3.000 vikuskiftispass fyri hendan prísin. Frá 1. juli hækkar prísurin einaferð afturat.
– Forsølan hevur gingið ótrúliga væl, og hetta vísir bara, hvussu stórur áhugin fyri Summar Festivalinum er blivin. Vit hava vitað tað allatíðina, og nú er tað púra vist. Summar Festivalurin 2006 verður eitt ordans brak. Í fjør høvdu vit 8.000 fólk, men tað er líkt til, at tað koma enn fleiri fólk í ár, siga fyrireikararnir.




