Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

31% av makrelkvotuni verður latið skipum sum eru illa útgjørd

John William Joensen

Kunngerðin um makrelfiskiskapin 2014 er send fiskivinnuráðnum til ummælis og aftur í ár verður býtt út til skip og bólkar sum lítið ella einki fáa burtur úr at fiska makrel. Men síðan virkir á landi eru farin at taka ímóti og virka makrel er støðan batna.

Kunngerðin um makrelfiskiskapin 2014 er send fiskivinnuráðnum til ummælis og aftur í ár verður býtt út til skip og bólkar sum lítið ella einki fáa burtur úr at fiska makrel. Men síðan virkir á landi eru farin at taka ímóti og virka makrel er støðan batna

Sambært kunngerðini sær býtið soleiðis út:

Nótaskip 50% – 70.000 tons (eginkvota)

Ídnaðarskip 12% – 17.500 tons (felagskvota við hámarki)

Flakatrolarar (Barentshaviið) 3% – 4.400 tons (felagskvota við hámarki)

Verksmiðjutrolarar (Suðurkyrrahav, altjóða sjógvur) 3% 4.400 tons (felagskvota við hámarki)

Rækjuskip 3% – 4.400 (felagskvota við hámarki)

Ísfiskatrolarar (bólkur 2) 16% – 22.500 tons (felagskvota við hámarki)

Trolbátar (bólkur 4t) 1% – 1.400 tons (felagskvota)

Línuskip (bólkur 3) 1% – 1.400 tons (felagskvota)

Útróðrarbátar (4a, 4b og 5), garnaskip og skeljaskip 1% – 1.400 tons,

Granskingarkvota (havstovan) 2% – 3.500 tons (egin árskvota)

Vinnuligar makrelroyndir 3% – 3.540 tons

Sett av til samráðingar við onnur lond 5% – 6.500 tons (til línuskip at býta um við rættindi at fiska í Íslandi)

Samantalt 140.940 tons

Ein stórur partur av makrelinum var í fjør fiskaður av skipum sum avreiddu fyri ein prís sum lág niðanfyri 3 kr. heilt niður í 2,33 kr. pr.kg.

Nótaskipini lógu úr 5,11 kr.pr.kg. upp til 8,62 kr. pr. Kg. Í 2013

Í samband við Norðhavssildina var munurin í miðalprísinum uppaftur størri. Nótaskipini lógu upp móti 9 kr. pr. kg. meðan aðrir skipabólkar lógu niður móti 60 oyru pr. kg.