Í dag var samkoma í Norðoya Sparikassa fyri Jákup Olsen, sum hevði sín seinasta arbeiðsdag í sparikassanum í dag.
Í dag var samkoma í Norðoya Sparikassa fyri Jákup Olsen, sum hevði sín seinasta arbeiðsdag í sparikassanum í dag.
Jákup byrjaði sum næmingur í Norðoya Banka (P/f Sjóvinubankanum ) í mars í 1972 og starvaðist har til august 1982.
í 1983 byrjaði Jákup í Norðoya Sparikassi og hevur sostatt starvast í sparikassanum í 32 ár ella tilsamans innafyri føroyska fíggjarsektorin í umleið 42 ár.
Jákup hevur millum annað starvast sum grannskoðanarleiðari í sparikassanum í 18 ár og eftirfylgjandi sum avgreiðsluleiðari.
Seinni árini hevur Jákup verið kundaráðgevi.




