Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3200 fara at renna ígjøgnum Norðoyatunnilin

Oliver Joensen

Nú er um at vera liðugt við fyrireikingarnar til renningina ígjøgnum Norðoyatunnilin og endaliga talið á luttakarum er 3200.

Tað bleiv eitt sindur av trýsti á fyrireikararnar upp undir evstamark fyri at tekna seg til renningina, tí fólk vóru sein at melda til, men nú er liðugt og endaliga talið bleiv 3200 rennararar og gongufólk.
Guttorm Sørensen, frá Treystinum sigur, at hann hevur verið ígjøgnum tunnilin ímorgun og biður okkum siga frá at tað er ikki kalt í tunnlinum. Ver væl ílætin, men hav ikki ov tung og ov heit klæðir. ímorgun lá hitin í tunnlinum um 9 stig.
Uppmerking er gjørd. Uppi undir loftinum hanga blusur við áskriftini 1-2 o.s.v. og hesar siga frá hvussu nógvar kilometrar tú hevur runnið ella gingið. Samlaði teinurin er máldur til 6,4 kilometrar. Byrjað verður frá ljóskurvini uttanfyri tunnilsmunnan Leirvíkarmegin og málið er við ljóskurvuna uttanfyri tunnilsmunnan Borðoyarmegin.
Tá komið er á mál, fáa luttakararnir okkurt drekkandi frá MBM, ímeðan bakaríið hjá Jórun gevur okkurt bakverk. Síðani verður gestablíðni allastaðni í Klingrugarði, so tað er bert at leita sær inn onkustaðni um ein hevur hug til tað.