Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

34 nýføðingar væntast áðrenn mei

Oliver Joensen

Vit gera eina akutta loysn, at nøkta ansingartørvin í kommununi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Tilflytingin serliga hevur gjørt, at ansingartrygdin, sum Klaksvíkar Kommuna roynir at halda, er farin eitt sindur av leið. Men vit arbeiða við hesum spurninginum. Væntandi hava vit eina loysn um einar tríggjar mánaðir.

Tað at tilflytingin er so stór hava framrokningarnar ikki kunna tikið hædd fyri, og kanska eisini at vit við hvørt fáa seint boð um, at tørvur er at fáa børn ansaði, hevur eisini havt við sær at vit eru komin eitt sindur afturút við ansingini.

Men hesin spurningurin verður loystur, fyrst við at gera kjallaran í Spælistovuni um til  vøggustovu og barnagarð, har vit rokna við at fáa pláss fyri á leið 20 børnum.

Upp á sigt hava vit samtykt at fara undir at byggja nýggjan barnagarð á Grashjalla til umleið 70-80  ansingarpláss. Í hesi ætlanini á Grashjalla eru projekteraðar 5 stovur, tvær til 24 vøggustovupláss, tvær til 40 barnagarðsbørn og so fimta stovan, ið skal kunna lagast til tørvin, soleiðis at um tørvur er á fleiri vøggustovuplássum, so skal fimta stovan kunna brúkast til tað, ímeðan er tørvurin meira á barnagarðsøkinum, so skal hendan kunna brúkast til tað.

Um nýggja barnagarðin er annars at siga, at vit fara at byrja byggingina skjótast gjørligt, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.

Tosað hevur verið um eitt satt “baby-boom” í Klaksvík í seinastuni. Norðlýsið ringdi tí til jarðamøðurnar á Klaksvík Sjúkrahúsi. Har fingu vit upplýst, at frá 1. januar og til 30. apríl, eru tað 34 barnakonur, sum hava termin.