Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

36% av fólkatalinum fáa einans 20% av fíggjarlógini

John William Joensen

Tað eru fleiri ár síðan at Norðoyggjar og Eysturoyggin vóru nevndar á íløgusíðini hjá løgtinginum hóast 36% av fólkinum búleikast í hesum økinum

Løgtingið hevur á hvørjum árið gjørt stórar íløgur í miðøkið og eisini á inniverandi fíggjárlóg verða størstu íløgurnar hjá løgtingnum gjørdar í miðøkinum.

Hinvegin hava eysturoyggin og norðoyggar seinastu fimm árini als ikki figurera á íløgusíðuni hjá løgtinginum og hetta hóast 36% av borgarunum í landinum búgva í hesum økinum.

At fíggjarnevndin valdi at gera hart tiltrongdar íløgur í eysturoynna og norðoyggjar hevur fingið so ilt í sentralistarnar í Havn, at høvuðsstaðarpressan hevur framt rættilgan ágang á limirnar í fíggjarnevndini.

Men hyggur ein at veruligu tølunum á nógv útskeldaðu fíggjarlógini er talan um at av 250 milliónum í almennum íløgum detta einans 50 milliónir niður í norðoyggum og eysturoynni.

Harleyfacadeacryl