SF 2014: Tað eru nú bert 37 dagar til ársins størsta tiltak fer av bakkastokki. Rokk-legendur, rokkur í heimsflokki, heitar poppstjørnur, nýggjur Eurovision-tónleikur og ikki at gloyma og ikki minst, sera góður føroyskur tónleikur.

Fyrireikingarnar eru í hæddini, nú SummarFestivalurin 2014 stendur á gáttini. Tað eru nógv onnur summartiltøk, ið skulu avgreiðast áðrenn. Men tað er bert upphiting til tað allarstørsta, ið eftir hondini má vera SummarFestivalurin. Telja vit vitjandi, er SF størst.
Burhan G, Twisted Sisters, Anne Linnet, Joe Linn Turner, Eric Martin, Basim, Dynamit og Signar í Homrum, bert fyri at nevna nøkur av nøvnunum, sum sjálvsagt eisini gleða seg til um 37 dagar.
Hvør minnist ikki frá seinasta ár, hugnaliga bátaumhvørvi, kampingøkið og tjaldingarøkið mitt á økinum. – Tað var hugnaligt, sera hugnaligt. Um tað ikki gongur heilt galið, fer tað at vera júst líka hugnaligt og forvitnisligt í ár.
Setið 37 pinnar í epli.