Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti 1. juli 2013, vóru innkomnar tilsamans 378 umsóknir.
Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti 1. juli 2013, vóru innkomnar tilsamans 378 umsóknir.
296 av umsóknunum eru til tær 8 bachelorútbúgvingarnar, 119 kvotu 2 umsóknir, meðan hinar 177 eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu 1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 350 til 10 bachelorútbúgvingar.
Í ár varð eisini boðin út MA-lestur og her eru innkomnar samanlagt 82 umsóknir.
Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni.
Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:
- 10 Føroyskt bachelor
- 21 Orku- og umhvørvisverkfrøði
- 83 Lærara
- 50 Námsfrøði
- 71 Sjúkrarøktarfrøði
- 30 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
- 16 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
- 15 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
- 29 Master í løgfrøði
- 5 Master í føroyskum
- 48 Master í vegleiðing
Fróðskaparsetur Føroya




