Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

38% í avkast á Partakontu

Banknordik

Soleiðis vóru jaligu boðini herfyri til kundar í BankNordik, ið fyri tveimum árum síðani settu pening í eina US Partakontu. Kundarnir fingu nú møguleika at taka peningin út í úrtíð, hóast íløgan upprunaliga hevði eina bindingstíð á fýra ár við einum avkasti knýtt at gongdini á tíggju amerikonskum partabrøvum.

Gongdin á amerikonsku partabrøvunum hevur verið so mikið góð, at íløgudeildin í bankanum herfyri valdi at bjóða kundunum møguleikan at fáa uppsparda peningin og avkastið út í úrtíð. Tilboðið hevur verið væl móttikið av kundunum og tilsamans 31,2 milliónir krónur, harav 12 milliónir krónur í avkast, eru nú fluttar til kundarnar.

“Við US Partakontuni góvu vit kundum okkara høvi at gera eina trygga og fjølbroytta íløgu í amerikanska partabrævamarknaðin. Gongdin hevur verið munandi jaligari enn væntað, og tí bjóðaðu vit nú kundunum at taka peningin út í úrtíð, soleiðis at teir kunnu fáa ágóðan av jaligu gongdini” sigur Henrik Jensen, íløgustjóri í BankNordik. Henrik vísur á, at hesin tryggi íløgumøguleikin hevur verið við til, at nógv viðskiftafólk, sum ongantíð áður hava sett pening í partabrøv, hava roynt hendan møguleikan at fáa meiri avkast á sína uppsparing.

Fyri nógv av hesum viðskiftafólkum vil Persónliga Pensjónsrøkt bankans vera eitt gott alternativ til at fáa møguleika fyri at fáa eitt gott avkast á uppsparingina framyvir.

Harleyfacadeacryl