Ongin heilsusystur hevur verið við skúlan á Ziskatrøð alt hetta skúlaárið, hetta er ein stórur trupuleiki fyri allan skúlan.
Næmingarnir fáa ikki kannað sjón , hoyrn og heilsuna sum heild, hetta má gerast fyri at trivnaðurin skal verða góður. 1. flokks næmingarnir eru tískil ikki kannaðir tað vanligu 1.flokkskanningina, har vanliga meir verður gjørt burturúr. Hetta eigur at verða gjørt so at tørvir ella brek kunnu staðfestast tíðliga, so at barnið kann fáa røttu hjálpina frá øðrum serkunnleika.Tá íð heilsusystur er á skúlanum, kunnu næmingarnir koma at tosað við hana, um teir hava onkrir trupuleikar at dragast við, ella spurningar teir vilja hava svar uppá.
Hetta muðu vit so vera fyri uttan, møguliga alt hetta skúlaárið.
Foreldur at børnum í 1.flokki sendu skriv til Mentamálastýrið att.: Mary í Garði 28.11.05, um henda stóra trupuleika. Skúlastýrið á Ziskatrøð fekk eisini eitt eintak av brævinum.Sum formaður í skúlastýrinum, settið eg meg í samband við yvirheilsusystrina eftir nýggjár, har hon lovaði at lýst skuldi blíva eftir heilsusystur fyrst í februar, ongin lýsing hevur verið at sæð enn. Tá eg spurdi aftur á Heilsufrøðisskipanini nú í mars, fekk eg at vita, at málið lá á "trappuni", so gott hevði verið at vita hvussu leingi tað skal liggja har.
Vit vita væl at tørvur er á útbúnum heilsusystrum, men vit hava havt útbúna sjúkrasystur, sum hevur klára hesa uppgávu sera væl. Tá tað kemur til børn í skúla aldri, kann ein sjúkrasystur gott røkja eitt tílíkt starv. Trupuleikin hjá okkum er, at ongin heilsusystur/ sjúkrasystur bleiv sett tá heilsusysturin sum var fór í barnsburðarfarloyvi, hon hevði arbeitt nakað upp saman við arbeiðsfelaga sínum, sum er útbúgvin heilsusystur og arbeiðir við hin skúlan í býnum.
Í mínum eygum sær tað út til, at henda støðan er komin í av sparingum, eg haldi ikki at hetta kann vera rætt, at tílíkar sparingar skullu rakað 387 næmingar. Loyvið mær at yvast í hvussu nógv sparing er í hesum.
Ella Heinesen
Form. Í skúlastýrinum
á Ziskatrøð




