Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

389 umsóknir til lestur á Setrinum í 2023

Tíðindaskriv

340 av teimum tilsamans 389 umsóknunum um lestrarpláss í 2023 eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vórðu bodnar út í ár

 

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya er nú liðug við at telja umsóknirnar, sum eru komnar um lestrarpláss í 2023. Samlaða umsóknartalið er 389, og 340 av teimum hava søkt um bachelorútbúgving, 48 um masterútbúgving og ein um hjánám.

Sjúkrarøktarfrøði, sum fólk kunnu søkja bæði á vetri og sumri, hevur í 2023 fingið tilsamans 99 umsóknir, og so hevur bachelorútbúgvingin í Løgfrøði nú í summar fingið ikki færri enn 58 umsóknir. Bachelor í Løgfrøði var á fyrsta sinni boðin út í 2019, og tá komu 49 umsóknir inn. 

Fróðskaparsetur Føroya bjóðaði eisini nýggja masterútbúgving út í Dátuvísindum í ár, og har komu 16 umsóknir inn.

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10. juli.

Her sæst býtið av umsóknum til tær ymisku útbúgvingarnar: