Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3,9 mió og Tbilisi til EB/Streym

Jákup Ósá

Við sannførandi 5-1 sigri á Lusitans í kvøld eydnaðist tað EB/Streymi at vinna seg víðari í Champions League kappingini.

Út frá veddingar metingunum áðrenn dystirnar, so var tað heldur ikki so óvæntað, at EB/Streymur vann seg víðari. Men óansæð er 5-1 eitt sera sannførandi úrslit í Champions League kappingini. Málini hjá EB/Streymi skoraðu Arnbjørn Hansen, Levi Hanssen, Gunnar Zachariassen og Leif Niclassen(2). Levi Hansen kundi enntá loyva sær at brenna eitt brotsspark eftir at Niels Pauli Danielsen blev feldur. Við hesum hevur EB/Streymur tilsamans vunnið sær 3,9 milliónir frá UEFA fyri Champions League kappina í ár. 

Í næsta umfarinum bíðar Dynamo Tbilisi úr Georgia. M.a. er spanski Xisco, ið m.a. hevur leikt við Valencia, ein av leikarunum hjá teimum. Tá verður EB/Streymur ikki favorittur og føroyameistararnir kunnu bara yvirraska tá. Í 2008 møtti NSÍ Tbilisi í Champions League. Har taptu teir 3-0 á útivølli, men vunnu 1-0 á heimavølli. Tað vitnar kanska um, at vit møguliga kunnu fáa spennandi dystir.

Komandi týskvøld spælir EB/Streymur fyrra dystin í Georgia.

Mynd: Álvur Haraldsen