KÍ tryggjaði sær í dag uppflyting til 2.deild. Venjarin fegnast.
KÍ endaði á 2. plássi í endaspælinum og tað merkir, at KÍ flytur upp í 2.deild. Venjari er Fróði Baldvinsson og hann fegnast.
– Vit hava havt eitt gott kappingar ár, og man kann ikki annað enn at vera stoltur av sínum monnum. Vit vóna, at vit koma at verða ein góð mynd fyri KÍ, tá vit eru í 2.deild, sigur Fróði Baldvinsson við Norðlýsið.
Millum berandi kreftirnar á liðnum alt kappingarárið hava verið Hjalgrím Elttør og Andy Olsen, sum tey flestu kenna fyri at hava spælt í nógv ár í bestu deildini. Annars hevur tað verið ein blanding av royndum og ungum leikarum.



