Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3rd Klaksvík International farin av bakkastokki

Oliver Joensen

Ídag var móttøka í býráðshøllini í samband við internationalu talvkappingina, sum á triðja sinni verður fyriskipað í Klaksvík.

Tað var Rani Nolsøe, sum er fyriskipari, ið beyð vælkomin og síðani helt formaðurin í mentanarnevnd býráðsins, Eyðgunn Samuelsen eina røðu, har hon takkaði talvfelagnum fyri áræði og vísti á týdningin av einum slíkum tiltaki. Kl. 3 varð so fyrsti leikur fluttur og tað var Eyðgunn Samuelsen sum flutti fyrstu kongafinnuna.
Kappingin fer fram í býráðshøllini og kemur at halda áfram komandi seks dagarnar. Til ber at fylgja telvingini beinleiðis á internetinum og Norðlýsið hevur eitt link til beinleiðis internetsendingina á her á forsíðuni.