Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3X2 systrar á KÍ liðnum

Jákup Ósá

Tað er heldur sjáldsamt, at 6 av 11 leikarum á einum fótbóltsliði kunnu siga, at tær hava eina systur á liðnum.

Tá KÍ kvinnurnar vunnu 9-1 seinnapartin á Svangaskarði móti B68, so hendi tað meira sjáldsama móti endanum av dystinum, at vit sóu 3X2 systrar á liðnum samstundis. Tær 3X2 systrarnar á liðnum vóru Rannvá B. Andreasen, Ragna Patawary, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen, Gudný Johannessen og Amanda Johannessen. Hetta er neyvan nakað, ið ein ofta sær í bestu deildini hjá monnum ella kvinnum í heiminum. 

Sí annars myndarøð frá dystinum HER