Til konsertina í gjárkvøldið vóru 4 ættarlið í millum áhoyrarafjøldina.
Til konsertina í gjárkvøldið vóru 4 ættarlið í millum áhoyrarafjøldina.
Cliff Richard er ein eldri harri og tað eru nógv ár síðani sítt fyrsta hitt; og tískil dregur hann eldri fólk at sær. Tað sást á áhoyrarafjøldini og hvussu fjøldin uppførdi seg; tað var fyrimyndarligt.
Í millum áhoyrarafjøldina í gjárkvøldið hitti undirritaði 4 ættarlið á einum matrikkli:
Mamman, omman og langomman Elinborg, mamman og omman Karin, pápin Andrias og tann síðsti í liðnum, Jón.
Undirritaði spurdi Jón um, hvat hann helt um hesa fittu søguna, men hann hevði onga viðmerking. Men pápin tók orðið og segði, at tað er ein fragd at uppliva, tí tað eru verri enn so øll, ið fáa møguleikan fyri slíkari løtumynd.
Klokkan 01.00 í kvøld spæla Boyzlife. Tá verður helst ringt at finna 4 ættarlið á sama stað, men kanska ein slík mynd verður tøk um 9 mánaðir, tí garparnir í Boyzlife syngja nógvar kærleikssangir, sum kunnu elva til kærleiksgerðir. – Nei, skemt til viks.
Vit hoyrast og síggjast í kvøld!




