Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4 heiðursmerki við aftur til Klaksvíkar

Klaksvíkar Fimleikafelag

Í dag var steypakapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni fyri pinkur, piltar og smágentur, smádreingir og dreingir.

Hjá pinkunum luttóku 3 umboð fyri Klaksvíkar Fimleikafelag í lop og forskotnari barr.

Tilsamans 29 gentur kappaðust í forskotnari barr, og tilsamans 30 gentur kappaðust í lop.

Eyðna Gaard kom heim við einum silvurmerki í lop, og Hanna S: Thomassen kom heim við 2 bronsumerkum – einum í forskotnari barr og einum í lop.

Hjá gentum umboðaði Rebekka O. Højsted Klaksvíkar Fimleikafelag, og eisini hon kom heim við einum bronsumerki í lop.

Hóast einki heiðursmerki kom heim við frá smágentum og smádreingjum, so kláraðu tey seg øll væl
Í morgin kl. 13.00 heldur kappingin fram í Bylgjuni, og tá eru tað kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn, sum skulu royna seg.

Vit ynskja Eyðnu Gaard, Hannu S. Thomassen og Rebekku O. Højsted hjartaliga tillukku, og ynskja øllum góða eyðnu í morgin.

Harleyfacadeacryl