Eftir lokna landsliðvenjing seinasta sunnudag hava venjarnir Niclas Joensen og Romica Pascu úttikið tær 12 flogbóltskvinnunar, sum skulu umboða Føroyar til EM á hesum sinni.
Valið hesuferð fall á hesar leikarar:
Juanna S. Joensen Åbyhøj VK
Helen á Lakjuni Jacobsen Rosenlund Volley
Maria Skaalum Petersen Amager
Durita Ljósstein Johansen Mjølnir
Gudrid Nolsøe TB
Karin Mikkelsen SÍ
Anna Müller Jacobsen Mjølnir
Sólgerð Henriksen Dráttur
Margit G. Joensen Mjølnir
Gurðið Syderbø Fleyr
Vivian Mikkelsen SÍ
Marjun Kalsø Mjølnir
Liðið verð til Luxemburg hin 1. januar 2004, og skal leika tríggjar dystir, sum verða ímóti Cypros, Liktenstein og Luxemburg.
Í hinum undanbólkinum eru Írland, Ísland, Grønland og Skotland og verður hesin bólkurin leiktur í Írlandi.




