Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4 mál á útivølli í Champions League er søguligt

Jákup Ósá

Víkingur hevur sterka siðvenja í Europa og tað bleiv aftur prógvað í kvøld.

Víkingur vann í kvøld 4-1 í Kosovo móti Trepca 89. Bara einaferð áður hevur eitt føroyskt lið vunnið útidyst í Champions League. Tað var í 2006, tá B36 vann 3-0 á útivølli móti Birkirkara á Malta. Sostatt hevur Víkingur við hesum sigrinum verið søguligt uppá fleiri mátar. Víkingur eigur størsta sigurin á útivølli og er liðið, sum hevur skorað flest mál ein dyst á útivølli.

Víkingur er fjórða føroyska liðið, sum hevur megnað at spælt seg víðari í Champions League. Frammanundan hava B36 (2006), EB/Streymur (2013) og HB (2014) eisini gjørt tað. Einki føroyskt lið hevur enn megnað at spælt seg í 3. undanumfar.